Hesin leikurin nevnist upprunaliga “Søstrene paa Kinnekullen”. Hann er skrivaður í 1849, kom týddur til føroyskt út fyrst í 21. bindi av “Varðanum”, 1941, síðani sum serprent í 1952.
Danin Johannes Carsten Hauch (1790-1872), føddur í Noregi, skrivaði leikin.
Thomas Nygaard (1900-1971), ættaður av Eiði, týddi leikin til føroyskt og nevndi hann “Systrarnar á Kinn”.
Leikurin varð fyrstu ferð framførdur í Føroyum í 1934. Tað var í Sjónleikarhúsinum í Havn; seinni hevur hann verið framførdur m.a. á Eiði í 1940 og 1968, í Vági, Klaksvík, Fuglafirði og Gøtu.
Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 26 er 134 síður.
- Forlagið FANNIR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald