“Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum – ein kanning grundað á føroysk útbúgvingarskjøl og føroyska gransking á økinum".
Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum.
Í greinini verður inklusjón sum mannarættindi hjá tilflytarabørnum í føroyska fólkaskúlanum kannað. Kanningin umfatar greining av útbúgvingarpolitiskum skjølum, viðkomandi almennum skjølum og føroyskari gransking um inkluderandi útbúgving fyri hesar tilflytaranæmingar. Við støði í innihaldsgreiningum verður roynt at kanna, um politikkurin er sosialt grundaður, rættvísur og lýkur mannarættindakravið hjá tilflytarabørnum um rættvísa atgongd til útbúgving.
Politikkurin er eftirmettur við útgangsstøði í karminum um málstøðu (language orientation) (Ruiz, 1984) fyri at fáa støðuna hjá tilflytarabørnum fram í ljósmála.
Gransking, sum fevnir um føroyskan útbúgvingarpolitikk og inklusjón í útbúgving, er brúkt til at gera av, um hóskandi útbúgvingarmál er til taks hjá tilflytarabørnum at læra føroyskt, lúka læruúrtøkur og falla inn í samfelagið, samstundis sum tey varðveita sítt egna móðurmál og mentanina í upprunalandinum.
Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin (language-as-problem), er ráðandi, og tá tað verður sett í verk uttan fyrilit fyri mannarættindastøðuni hjá børnunum, so kunnu integrasjónstrupulleikar stinga seg upp og tarna møguleikunum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald