Innanlands

Tað dregur út at fáa seðlarnar út

Tað verður í fyrsta lagið klokkan 11, at seðlarnir koma út í Havn, upplýsir sýslumaðurin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-28 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað dregur út við at fáa seðlarnar út til óvanlia stóru grindina, sum legði beinini í Sandagerði í gjárkvøldið.

Heili 402 hvalir løgdu beinini. Tað er heilt óvanligt, at grindir eru oman fyri 400 hval.

Kári Thorsteinsson, virkansi sýslumaður, sigur at fyrr enn klokkan 11 megna tey ikki at fáa seðlarnar út. Grindin verður býtt í bæði dráps- og heimapartar.

Skipanin verður soleiðis, at borgarar kunnu fara á uppskeringarstaðið á Vestaru bryggju og sjálvir heinta pargarnar, upplýsir sýslumaðurin.

Hann sigur eisini, at nakrir hvalir verða koyrdir til aðrar kommunur. Eitt nú hevur Vestmanna kommuna send umbøn um at fáa lut í stóru grindini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder