2025-10-09 08:38

Í gjárkvøldið kom fráboðan úr Skálavík um, at ein drona var sædd flúgva har um leiðir. Løgreglan fór til Skálavíkar og hvørki fann ella sá nakra dronu.
Við at kanna málið nærrið, so er løgreglan komin fram til, at tað, sum skálvíkingar sóu, helst var tyrlan hjá donsku sjóverjuni, sum fleyg í økinum í gjárkvøldið í sambandi við eina venjing, sum tyrlan gjørdi saman við eini enskari fregatt, ið lá eystan fyri Nólsoynna, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald