Innanlands

Tað vóru springarar

Ongin grind í Havn á hesum sinni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-27 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað, sum fólk hildu vera grind í dag, vóru springarar. Tí verður onki grindadráp í Havn í dag.

Tað var nakað eftir middag, at fólk varnaðust eina grind út fyri Æðuvík, og fleiri bátar fóru úr Havn og av Kollafirði at leita.

Men tað vísti seg at vera springarar. Sambært einum av bátunum, sum vóru hjá, var talan helst um risso springarar og nakað av hvessingi.

Kári Thorsteinsson, virkandi sýslumaður, sigur, at seinastu tíðina hava springarar verið at sæð í Nólsoyarfirði, og hann heldur, at helst er talan um sama flokk, sum heldur til í hesum økinum í løtuni.

Fyri løtu síðani hevði hann samband við ein av grindaformonnunum, og hesin boðaði frá, at talan var um einar 15 til 20 springarar, sum nú fáa frið at spæla sær á leiðini nærhendis Flesjarnar.

Filmin yvir greinini tók Tórik Rouah út fyri Hvítanes í dag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder