Innanlands

Tænastudepil til eldri skal byggjast á Viðareiði

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald

2022-01-31 19:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum fáa fólkapensjónistar norðan fyri Fjall í Norðoyggjum ein tænastudepil á Viðareiði við dagtilhaldi og venjingarmiðstøð..

Hóskvøldið verður skipað fyri almennum kunningarátaki á skúlanum á Viðareiði, har greitt verður frá ætlanini.

Hetta kvøldið verður kunnað um nýggja tænastudepilin, og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar.

Eftir at Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, hevur boðið vælkomin, fer Marna E. Jensen, stjóri fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, at kunna um tænastudepilin, og Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina, fer at kunna um venjingartilboði.

Eisini fer Margretha í Buð, limur í Eldraráðnum, at hava nakrar hugleiðingar og Olvheðin Jacobsen fer at syngja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder