Innanlands

Taka ikki undir við landsstýrismanninum

Stríð í Sambandsflokkinum. At Helgi Abrahamsen í kvøld segði, at hann ikki ætlaði at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini, kom óvart á Unga Samband

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-22 23:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kemur óvart á ungdómin hjá Sambandsflokkinum, Unga Samband, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum ikki sigur seg æla at javnseta samkynd foreldur í barsils skipanini.

- Okkum vitandi, er málið ikki umrøtt í flokkinum og kom innslagið tí óvart á okkum, sigur Unga Samband.

- Próvførslan var, at tað eru so nógv børn sum hava tað torført, tí tey ikki vita hvør pápin er, men við tí próvførsluni skal eingin, eiheldur hinskynd ið hava tað trupult at gerast við barn, fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva. Málið snýr seg einans um, at samkynd skulu javnsetast við onnur foreldur í barsilsskipanini; um tað skal vera loyvt at fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva er ikki partur av málinum.

- Vit í Unga Samband vilja sláa fast, at vit taka ikki undir við landsstýrismanninum og halda, at samkynd foreldur skulu javnsetast við onnur foreldur.

Tey vísa á videorot út Andglettinum, stutt undan seinasta løgtingsvali, har Sambandsflokkurin lovaði, at tey samkyndu skuldu tryggjast frameftir.

- Tit hava lovað tað, tit eiga at halda tað, sigur Unga Samband í áheitan til móðurflokkin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder