Taka spik upp úr sjónum

Fólk frá høvuðsstaðarkommununi taka í morgun spik upp sum rekst í vatnskorpini

Vágsbotnur (Mynd: Sverri Egholm)

Vágsbotnur (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-17 09:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað frættist í gjár, at springaraspik rak í Nólsoyarfirði, og í morgun vaknaðu havnarfólk upp til ótespiliga sjón í eitt nú Vágsbotni.

Spik liggur og rekst í vatnskorpini.

Spikið er óivað frá springaradrápinum í Skálafirði sunnukvøldið tá 1.428 hvalir løgdu beinini. Á springara er tað bara tvøstið, sum verður etið, og tí skal spikið beinast burtur á onkran hátt.

Vakthavandi á Tórshavnar havn dugdi fyri løtu síðani ikki at siga okkum hvussu vítt tað er farið, men sambært myndum vit hava fingið sendandi er tað bæði á Eystaru vág og Vestaru vág.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder