2020-12-02 21:25

Taks savnar nú allar deildir sínar í Tórshavn á Smyrilsvegi 20, og har finnur tú framyvir kundatænastu og tollavgreiðslu.
Latið verður upp mánadagin 7. desember, og deildirnar á Skálatrøð, Eystaru bryggju og á Argjum lata samstundis aftur.
Í sambandi við flytingina eru kundatænastan á Skálatrøð og tollavgreiðslan á Eystaru bryggju stongdar frá í dag at rokna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald