Neyðugt er at nútímansgera skattaskipanirnar hjá TAKS. Verandi skipanir eru so gamlar og ótíðarhóskandi, at TAKS kann ikki veita vissu fyri, at tær kunnu koyra longri enn 5-6 ár aftrat.
Gongd er tí sett á eina stóra nýskipan, sum fer at taka eini seks ár. Verkætlanin verður kallað ”Kjarnan”, og ein partur av arbeiðinum er longu farin í gongd. At nútímansgera skipanirnar hjá TAKS hevur trý endamál:
At framtíðartryggja skipanirnar við at dagføra tøkni og rakstrarpallar
At fáa eina fleksibla útveksling og endurnýtslu av dátum
At nútímansgera brúkaraflatuna í mun til arbeiðsgongdirnar í dag
Trupulleikin við verandi skipanum er, at tær byggja á gamla tøkni frá 1980unum. Tað verður alsamt truplari at finna starvsfólk at viðlíkahalda gomlu skipanirnar, og hendan avbjóðingin bara veksur, tá ið verandi lyklastarvsfólk fara á eftirløn. Hetta er ein stórur váði fyri alt tað føroyska samfelagið, tí skipanirnar tryggja flest allar inntøkur til land, kommunur og almennar grunnar.
Nýskipanin fer at hava við sær, at arbeiðshættirnir hjá TAKS verða endurskoðaðir og hugsaðir av nýggjum. Umframt at framtíðartryggja skattaskipanina, er málið at gera eina munandi effektivisering á stovninum. Hetta kann frígeva arbeiðsorku á summum økjum, sum so kann flytast til onnur øki við hægri raðfesting.
Ein verklagslóg um nýggja skattaskipan til TAKS verður eftir ætlan løgd fyri løgtingið í 2024, og arbeiðið verður mett at kosta 100-150 milliónir krónur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 eru 11 milliónir krónur settar av at byrja arbeiðið í 2024.
Fíggjarmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald