2025-11-19 16:26
Fólk kunnu nú senda gávur við virði á upp til 1.000 krónur til Føroya uttan at rinda toll og avgjald.
17. november hækkaði tollfría markið á gávusendingum nevniliga úr 700 upp í 1.000 krónur, boðar Taks frá.
Tað merkir, at býr man uttanlands, kann man keypa eina gávu fyri upp til 1.000 krónur (við mvg) og senda hana til Føroya uttan at rinda toll og avgjald. Gávan kann eisini havast í viðførinum, tá man kemur at vitja.
Ávísar treytir eru tó galdandi. Gávan skal t.d. ikki innihalda alkohol ella tubbak, og móttakarin skal ikki rinda nakað fyri at móttaka hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald