Nykurin stendur á turrum um dag. Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, so kann eina av orsøkunum verða at lítið av regni hevur verið seinastu tíðina.
Tó er áhugavert um talan kann verða um tær broytingar í lendinum, sum Kringvarpið visti at siga um fyri áleið einum mánað síðani.
Men so er neyvan. Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, sigur við Portalin, at hon við næstan hundrað prosent vissu kann siga, at talan er um at lítið av avfalli hevur verið seinastu tíðina.
Lis sigur at hon var sjálv við Leitisvatni fyri nøkrum døgum síðani, og tá var enn ikki nógv sum bendi á at brimið hevur máa so nógv av lendinum, at vatnið úr Leitisvatni er farið at renna aðra leið úr vatninum og niður í helluna, sum er beint vestanfyri Bøsdalafoss.
Alt bendir tí á, at so skjótt tað fer at regna aftur, verður Nykurin aftur at síggja í vatninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald