Trý blaðung fólk vóru fyrrapartin førd fyri dómara í Føroya Rætti til grundlógarhoyring í einum málið, sum verður sagt at vera størsta málið um smugling og sølu av kokaini í Føroyum nakrantíð.
Endamálið við rættarfundinum í dag var av fáa ungu fólkini varðhaldsfongslað meðan arbeitt verður víðari við málinum.
Avhoyringarnar fara fram í løtuni fyri afturlatnum hurðum, so vit fáa ikki høvi til at greiða nærri frá málinum.
Men áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur fyri miðlunum og almenninginum, vórðu skuldsetingarnar lisnar upp fyri teimum skuldsettu, sum øll noktaðu seg sek.
Talan er um tveir menn, 22 og 23 ára gamlir, og eina 19 ára gamla kvinnu.
Tey vórðu handtikin í gjárkvøldið um 21-tíðina í Havn.
Tey eru skuldsett fyri brot á rúsevnalóggávuna við í tíðarskeiðinum frá september í fjør til 16. apríl í ár at hava verið til at smugla minst fimm kilo av kokaini til Føroyar. Helst er hetta framt í samstarvi við onnur í Føroyum og Danmark, upplýsti ákærin.
Umleið 4,4 kilo eru seld ella avsett í Føroyum. 666 gramm vórðu í gjárkvøldið funnin á einum bústaði í Havn.
Ákæruvaldið bað um at fáa hurðarnar til rættarhølini latnar aftur, tí “talan er um eitt stórt mál” og talan er eisini um umfatandi smugling av rúsandi evnum.
Eitt stórt kanningararbeiði liggur fyri framman, og tí er tað av týdningi, at tað, ið verður sagt undir grundlógavhoyringini ikki kemur fram í almenninginum, grundgav ákærin.
Verjarnir bóðu um navnaforboð, tí mett var, at málið er somikið nýtt og fekst, at tað ikki tænir nøkrun endamáli at fáa nøvnini hjá teimum skuldsettu ungfólkunum fram.
Eftir eina umhugsunartíð tók dómarin undir við umbønunum, og fólk vóru biðin um at fara úr rættarhølinum.
Seinni í dag fæst at vita, um dómarin eisini tekur undir við áheitanini um at varðhaldsfongsla tey skuldsettu.
(Teksturin rættaður, aldurin á einum av teimum skuldsettu, kl. 12.20)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald