Innanlands

Talið á granskarum í Evropa fleirfaldað

Vøksturin hevur verið størstur í Svøríki seinastu 40 árini. Talið av granskarum í ES svarar til 1 prosent av samlaðu arbeiðsmegini. Flestu granskararnir - 56% - starvast í privatu vinnuni

Tað er serliga seinastu 10 árini, at granskingin í Evropa hevur vundið uppá seg. Í 2011 vóru 1,38 milliónir granskarar í ES-londunum. Í 2021 vóru 2 milliónir - 626.800 fleiri

Tað er serliga seinastu 10 árini, at granskingin í Evropa hevur vundið uppá seg. Í 2011 vóru 1,38 milliónir granskarar í ES-londunum. Í 2021 vóru 2 milliónir - 626.800 fleiri

2024-07-09 15:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talið á granskarum í ES er fleirfaldað seinastu 40 árini. Svøríki er tað landið í Evropa, ið hevur havt størsta vøksturin av granskarum. Har starvast nú 17 av hvørjum 1000 arbeiðsvirknum íbúgvum sum granskarar. Í 1980 vóru 5 av hvørjum 1000 virknum svium granskarar. 

Eisini lond sum Eysturríki, Portugal og Týskland hava fleiri ferðir so nógvar granskarar í dag sum í 1980. 

Á EURAXESS ráðstevnuni í Katowice í juni greiddi Manuel Heitor, professari og fyrrverandi ráðharri fyri vísindi, tøkni og hægri útbúgving í Portugal, frá nógv økta granskingarvirkseminum í Evropa seinastu árini. Manuel Heitor er eisini formaður í serfrøðingabólkinum, ið eftirmetir Horizon Europe - stóru granskingarskránna hjá ES - og ásetir raðfestingar fyri næstu granskingarskránnaFP10.

Tað er serliga seinastu 10 árini, at granskingin í Evropa hevur vundið uppá seg. Í 2011 vóru 1,38 miljónir granskarar í ES-londunum. Í 2021 vóru 2 miljónir - 626.800 fleiri. Svøríki og Póland tvífaldaðu talið av granskarum hesi 10 árini. 

Talið av granskarum í ES svarar til 1% av samlaðu arbeiðsmegini. Flestu granskararnir - 56% - starvast í privatu vinnuni. 32% starvast á hægri lærustovnum og 11% á almennum granskingarstovnum. 

EURAXESS tænasta í nýggjum sniði 

ES játtar á hvørjum ári stórar upphæddir til gransking og nýskapan. Stórur dentur verður eisini lagdur á at menna EURAXESS tænastuna, sum ger tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond í Evropa. 

Á ráðstevnuni í Katowice varð ein nýggjur dagførdur EURAXESS portalur latin upp. Samstundis hava staðbundnu EURAXESS portalarnir í 43 londum í Evropa fingið nýtt snið og innihald. Teirra millum er føroyski portalurin - euraxess.fo

Samstundis er eisini ein nýggjur yvirskipaður portalur - ERA Talent Platform - latin upp, sum savnar alla kunning og tænastur frá ES til granskarar og nýskaparar á einum staði. 

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder