Heilsumyndugleikarnir í USA heita á fólk um at brúka masku ella aðra andlitsverju fyri at verja seg móti koronasmittuni.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi í gjár. Hann undirstrikaði tó, at talan bert var um eitt tilmæli, og sjálvur roknar hann ikki við at fylgja hesum.
Kona hansara, forsetafrúan Melania Trump, hevur tó lagt eina dagføring út á Twitter, har hon heitir á fólk um at taka tilmælini í álvara:
– Nú vikuskiftið nærkast, heiti eg á øll um at taka sosiala frástøðu og andlitsverju í álvara. #COVID19 kann raka øll – saman kunnu vit steðga hesum.
Amerikanska Centers for Disease Control and Prevention sigur tó, at ein andlitsverja, sum fjalir nøs og munn ikki kann brúkast í staðin fyri at vaska hendur og halda frástøðu til onnur menniskju.
Fyrireika seg til nakrar ógvusligar vikur
USA er tað landið í heiminum, ið hevur flest skrásettar tilburðir. Sambært hagtølum hjá Johns Hopkins, hevur USA í skrivandi stund 278.458 tilburðir, og 7.159 eru deyð. Tey flestu andlátini eru skrásett í New York, sum er harðast rakti staturin í landinum. Har hava fleiri enn 1.800 koronasjúklingar latið lív. Um allan heimin er samlaða smittutalið meira enn 1,1 mió.
Hósdagin kom tað fram, at amerikanska krepputilbúgvingin, FEMA, hevði biðið amerikansku verndina um 100.000 líkposar, meðan heilsuverkið fyrireikar seg til nakrar ógvusligar vikur. Í New York hevur mann eisini sett eina rúgvu av frystivognum upp til tey mongu líkini, mann stúrir fyri at skula handfara komandi tíðina.
Myndugleikarnir í USA siga, sambært DR, at tey royna at halda deyðstalið undir 200.000.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald