Uttanlands

Talið á nýggjum tilburðum aftur sett met

Í gjár vórðu 292.527 nýggir tilburðir skrásettir – Sambært WHO er talan um nýtt met

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-01 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, fríggjadagin 31. august, boðaði Heimsheilsustovnurin, WHO frá, at talið á nýggjum tilburðum, ið vórðu skrásettir í sambandi við koronasmittuni, enn einaferð hevði sett met.

Í gjár vórðu 292.527 tilburðir skrásettir, sum er størsta økingin nakrantíð.

Gamla metið var frá 24. juli, tá 284.196 tilburðir vórðu skrásettir. Sama dag var talið á skrásettum andlátum 9.753, ið var hægsta talið, sum varð skrásett síðan 30. apríl.

Sambært tíðindastovuni Reuters, hava næstan 40 lond upplivað eina metstóra øking í smittutilburðum seinastu vikuna. Talan er m.a. um Avstralia, Japan, Hong Kong, Bolivia, Sudan, Etiopia, Bulgaria, Belgia, Usbekistan og Ísrael.

Størsta økingin seinasta samdøgrið var í USA, Brasil, India og Suðurafrika. Talið á andlátum, ið vórðu skrásett í gjár var 6.812.

Í løtuni eru fleiri enn 17 mió. tilburðir skrásettir kring heimin, og fleiri enn 650.000 fólk eru deyð.

Koma at merkja avleiðingarnar í langa tíð framyvir

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá WHO, segði fríggjadagin, at vit fara at merkja avleiðingarnar av farsóttini í langa tíð framyvir, og eiga fólk at fyrireika seg til tað.

– Farsóttin er ein heilsukreppa, sum mann bert upplivir eina ferð í eini øld, og avleiðingarnar fara at merkjast í áratíggju hareftir, sigur hann sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder