Talið á fólki í heiminum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna er nú farið uppum 6,1 mió. Tað vísir uppgerð hjá heimasíðuni worldometers.info.
Av teimum eru fleiri enn 371.000 deyð, og 2,7 mió. eru staðfest frísk. Sostatt eru 3 mió. fólk smittað í løtuni.
USA er tað landið í heiminum, ið hevur skrásett flest tilburðir og flest andlát. Har er talið á smittaðum 1,8 mió., og talið á deyðum er 105.000.
Í Brasil, sum hevur skrásett flest tilburðir aftaná USA, er talið á skrásettum tilburðum beint undir 500.000. Talið á andlátum har er beint undir 29.000.
Tað landið í Evropa, sum hevur skrásett flest andlát í sambandi við koronasmittuni er Stórabretland, har fleiri enn 38.000 fólk eru deyð. Stórabretland hevur gott 273.000 skrásettar tilburðir.
Í Norðurlondum er tað Svøríki, sum hevur skrásett flest tilburðir og andlát – ávikavíst 37.113 og 4.395.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald