Innanlands

Talið á smittaðum framvegis nul

Tað er ein mánaður síðani senastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum, og í seinastu 2.883 kanningunum er eingin smitta staðfest

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-05-23 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært seinastu kanningarúrslitinum er enn eingin nýggjur tilburður staðfestur í Føroyum.

9.153 kanningar eru nú gjørdar, og úrslitið av teimum seinastu 2.883 hava verið negativ. 69 kanningar vórðu gjørdar í gjár, upplýsir Landslæknin.

Tað er nú ein mánaður síðani, seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum 22. apríl, og tvær vikur síðani, at seinasti sjúklingurin varð staðfestur frískur. Samlaða talið á staðfestum tilburðum er tí framvegis 187.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder