Uttanlands

Talið á smittaðum nú farið uppum fýra milliónir

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest tilburðir og flest andlát

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-09 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samanlagda talið á smittaðum í øllum heiminum er nú farið uppum fýra mió. Tað vísir uppgerð hjá heimasíðuni worldometers.info.

Í skrivandi stund er talið 4.030.053, og talið á andlátum er 276.498.

Talið á fólki, sum eru staðfest frísk er 1,4 mió., og 2,3 mió. fólk eru sostatt smittað í løtuni. 98 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

Í øllum heiminum eru 517 fólk smittað per mió. íbúgvar, og 35.5 andlát eru skrásett per mió. íbúgvar.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur staðfest bæði flest tilburðir – 1,3 mió, og flest andlát – 78.616.

Í Evropa hevur Spania staðfest flest tilburðir, og Stórabretland flest andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder