Uttanlands

Talið á smittutilburðum nærkast fýra milliónum

Í øllum heiminum hava næstan fýra milliónir fólk fingið staðfest koronasmittuna, og av teimum eru 2,3 mió. smittað í løtuni, meðan gott 275.000 eru deyð

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-05-08 21:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á fólki í heiminum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna nærkast fýra milliónum.

Sambært heimasíðuni worldometers.info eru í skrivandi stund 3.989.975 tilburðir skrásettir. Sostatt kann væntast, at talið kemur upp á fýra mió. innan stutta tíð.

Talið á fólki, sum eru skrásett deyð orsakað av smittuni nærkast eisini 275.000.

1,4 mió. fólk eru staðfest frísk. Hetta merkir, at 2,3 mió. fólk eru smittað í løtuni. Av teimum hava 98 prosent mild sjúkueyðkenni.

Tað landið, sum hevur skrásett flest smittutilburðir er USA, sum hevur skrásett 1,3 mió. Næst flestir tilburðir eru í Spania – 260.117. Beint aftanfyri Spania liggur Italia við 217.185 tilburðum.

Kina, sum er tað landið, har smittan byrjaði at gera um seg síðst í 2019, liggur sum nummar 11 á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest tilburðir – við 82.886 tilburðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder