Uttanlands

Talið á deyðum við korona í Italia tað lægsta síðani 10. mars

Mánadagin fer Italia so smátt, at slaka uppá tey tiltøkini, ið vóru sett í verk fyri tveimum mánaðum síðani

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-03 20:11 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Italia hevur skrásett eina stóra minking í talinum av dagligum andlátum við koronasmittuni.

Tað seinasta samdøgri er talið av andlátum tað lægsta síðan landið lata aftur fyri tveimum mánaðum síðani. Talið av skrásettum deyðum við koronasmittuni í Italia seinasta samdøgri er 174.

Samlaða talið av deyðum við koronasmittuni í Italia er 28.884, meðan 210.717 eru smittað.

Mánadagin verður slaka uppá tiltøkini, ið vóru sett í verk fyri tveimum mánaðum síðani. Harvið sleppa fólk aftur at ganga túr og  at venja uttandura. Eisini byrja fyritøkurnar at seta ferð á framleiðsluna aftur.

Um tað gongur væl, kunnu hárfríðkanarstovur og líknandi møguliga lata upp aftur skjótt, sigur forsætisráðharrin Giuseppe Conte.   

 –––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder