Eftir nøkur ár við hækkandi tali av næmingum í føroysku fólkaskúlunum fall talið eitt lítið sindur til skúlaárið 2022/2023.
7.296 næmingar vóru síðsta skúlaár. Hetta talið er tó væl hægri í ár. Tølini hjá Hagstovuni vísa, at í løtuni eru 7.463 næmingar kring landið.
Hetta er ikki eitt nógv enn tað hægsta talið, sum Hagstovan hevur skrásett. Tað var tað fyrsta árið, ið hetta yvirhøvur varð skrásett. Tað var í 2005/2006, ið er fyrsta skúlaárið, ið sæst á yvirlitinum hjá Hagstovuni.
Gongdin seinastu 19 skúlaárini (Mynd: Hagstovan)
Tølini vísa eisini, at tað eru eitt sindur fleiri dreingir enn gentur í fólkskúlanum - 3.801 í mun til 3.662 - og at prosentlutfallið millum tey í barnaskúlanum (1. til 7. flokk) og framhaldsskúlanum (8. til 10. flokk) er ógvuliga støðugt.
Allir grafarnir síggjast her - á hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald