2021-09-17 13:07

Í gjár, hósdagin 16. september, vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tað skrivar corona.fo, ið leggur afturat, at í øllum trimum førum er smittukeldan kend. Øll eru smittað í Føroyum.
Positivprosenti er lutfalsliga høgt, tí bert 138 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 28 smittað í Føroyum. Hetta eru seks færri, enn tað vóru mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald