Uttanlands

Talið av smittaðum í Bretlandi komið uppá 42.000

Talið av deyðum við koronasmittuni í Bretlandi er vaksið fjórða dagin á rað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-04 17:28 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Bretska heilsumálaráðið upplýsti á Twitter í dag, at talið av smittaðum í Bretlandi nú er komið uppá knapt 42.000.

Talið av deyðum við Koronasmittuni vaks við 703 fólkum í mun til í gjár, og er deyðstalið nú vaksið fjórða dagin á rað, og er komið uppá 4.313.    

Bretland hevur higartil kannað 183.190 fólk fyri koronasmittuna, og av teimum eru 41.903 smittaði.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder