Talið av coronasmittaðum í okkara nærmasta grannalandi, Hetlandi, trífaldaðist í gjár úr tveimum upp í seks.
Seinnapartin í gjár upplýstu skotsku heilsumyndugleikarnir, at talið av staðfestaðum smittaðum í Hetlandi nú var komið upp á seks.
Í øllum Skotlandi øktist talið í gjár úr 36 upp í 60.
Harvið eru lutfalsliga fleiri smittað í Hetlandi enn í nærmastu landslutunum niðri á skotska fastlandinum, skrivar Shetland News.
Á Orknoyggjum er ongin tilburður staðfestur enn, skrivar The Orcadian.
Í Hetlandi harmast tey tó meira í dag um, at hava fingið vitjan av einum útlendskum ferðamannaskipi, og um tað møguliga kann hava smittu við sær.
Talan er um 222 metra langa ferðamannaskipið Magellan. Havnamyndugleikarnir í Lerwick vissa um, sambært Shetland News, at ongin vandi er á ferð.
- Ferðafólkini eru skannað, og ongi tekin eru um, at coronasmitta er umborð, verður sagt.
Næsta ferðamannaskipavitjan í Hetlandi er Astoria, sum kemur 21. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald