Uttanlands

Talið av smittaðum í Spania er nógv økt

Spania er við 26.000 smittaðum, tað landið sum er næst harðast rakt at korona-virussinum í Evropa

2020-03-21 17:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Koronavirussið sum herjar kring heimin í løtuni, hevur eisini rakt Spania hart.

Myndugleikarnir í landinum upplýsa, at talið av smittaðum í Spania er nú næstan 26.000 fólk. Tað er ein vøkstur uppá knapt 5000 fólk uppá ein dag. Eisini vaks talið av deyðum, ið møguliga kunnu setast í samband við virusið við yvir 300 fólkum.

Nágreiniliga vaks talið úr 1002 deyðum fríggjadagin til 1326 í dag, leygardagin, siga heilsumyndugleikarnir í Spania.

Harvið er Spania tað næst harðast rakta landi í Evropa eftir Italia, har 50.000 eru smittað og yvir 3.000 eru deyð við smittuni sambært myndugleikunum.

-------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder