Uttanlands

Talið av smittaðum komið upp um 12 milliónir

Vøksturin økist - tók bert fimm dagar at koma frá 11 til 12 milliónir smittutilburðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-09 08:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan talið av koronasmittaðum í Føroyum stendur í stað, økist talið av smittaðum kring heimin í stórum. Yvir 12 milliónir fólk kring heimin eru nú staðfest av vera ella hava verið smittað við koronavirus.

Tað vísir ein nýggj uppteljing frá amerikanska John Hopkins University.

Tað eru bert fimm samdøgur síðani, at talið kom upp á 11 milliónir, og 11 dagar síðani at tað rundaði 10 milliónir smittað.

Nógv flest smittutilburðir eru skrásettir í USA, har talið av smittaðum er oman fyri tríggjar milliónir, meðan Brasil liggur á øðrum plássi við 1,7 milliónum smittaðum.

Síðan koma India, Russland og Peru við ávikavist gott 742.000, knapt 700.000 og 312.000 smittaðum.

Í USA hava tey skrásett yvir 50.000 smittað um dagin hesa seinastu tíðina. Tað kann tó vera trupult at sammeta tølini millum londini, tí mátin at testa fólk, kann vera rættiliga ymiskur, skrivar Ritzau.

Talið av fólkum, sum eru deyð við koronavirus er nú komið upp á 549.000 um allan heimin. Eisini her liggur USA ovast við 132.277, meðan Brasil liggur á øðrum plássi við 67.964.

Tá hugt verður eftir deyðum pr. íbúgvar, eru fleiri lond í Evropa harðari rakt enn USA og Brasil, teirra millum Bretland, Spania og Italia.

Koronasmittan tók seg upp í Wuhan í Kina um nýggjársleitið. 6. mars kom talið av smittaðum upp á 100.000 fólk, og fyrsta milliónin varð nádd 2. apríl. Sostatt er talið av smittaðum vaksið við tíggju milliónum upp á tríggjar mánaðir. 

placeholder
placeholder