2025-07-19 22:55

Sunnudagin 20. juli, sum er fimti sunnudagur eftir trinitatis, er vanligi talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku Sjómansmissiónina.
Talvudagurin er ein týðandi partur av fíggjarligu orkuni hjá Sjómansmissiónini.
Síðani 1918 hevur Sjómansmissiónin havt skipað arbeiði millum sjófólkið.
Høvuðsuppgávan er at fáa Guds orð út til sjófólkið. Tí gevur Sjómansmissiónin bókakassar til øll føroysk skip. Samstundis verður hjúklað um sjófólkið við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum, o.ø.
Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við innsavningum og øðrum gávum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald