Talgildi samleikin skuldi takast í nýstlu 29. mai, men so verður ikki. Tað er útsett, og tað er orsaka av korona.
Hetta stendur í svari hjá Jørgeni Niclasen til grein 52 fyrispurning frá Kristinu Háfoss.
Les eisini: Kristina Háfoss: Danska nemid eigur ikki at vera krav til føroyingar
Fíggjarmálaráðharri ber í svarinum fram, at avbjóðingin hjá summum nú verður, at tey noyðast at skifta tvær ferðir. Hetta kemst av tí, at Cryptomatic (gamla innritanin) fer úr gildi 29. mai. Tá skal NemID nýtast, í eina tíð íhvussu er.
Les eisini: Gamla innritanin verður óvirkin
Í svarinum ber Jørgen Niclasen greitt fram, at Cryptomatic verður mett at vera ov ótrygt. Hann skrivar eisini, at ætlanin ikki var, at neyðugt var at skifta til NemId fyrst, men at umstøðurnar gjørdust á tann hátt.
Í svarinum framgongur, at tann talgildi føroyski samleikin kemur helst í august ella september, tó at nakrir brúkarar kunnu nýta hann í juni og juli
Sí alt svarið hjá fíggjarmálaráðharranum her
Innanlands
Tann talgildi føroyski samleikin er seinkaður
Hann kemur helst í august ella september ístaðin fyri í mai. Fíggjarmálaráðharrin hevur svarað einum fyrispurningini frá Kristinu Háfoss, ið snýr seg um NemID
2020-05-06 08:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald