Innanlands

Tappilúka sett í byrgingina í Vestmanna

Tappilúkan skal kunna nýtast sum ein krani í einari tunnu, har lúkan kann opnast fyri at tøma vatnbyrgingina

(Mynd: J&K Petersen)

(Mynd: J&K Petersen)

2023-09-09 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

J&K Petersen ger nú eina “tappilúku” í byrgingina í Vestmanna. Tappilúkan skal kunna nýtast sum ein krani í einari tunnu, har lúkan kann opnast fyri at tøma vatnbyrgingina á ein varðandi hátt.

Tað skrivar J&K Petersen á sínari Facebooksíðuni, har myndirnar niðanfyri eisini eru frá.

[object Object]

[object Object]

Arbeiðið er býtt upp í tvey stig. Fyrra stigið var at arbeiða innanfyri byrgingina, har ein betongproppur skuldi byggjast. Vatnbyrgingin varð tømd til hetta høvið, og varð tí stórt tíðartrýst á at gera betongproppin lidnan soleiðis, at byrgingin kundi fyllast aftur.

Vatnbyrgingin varð tømd beint eftir páskir í 2023, hareftir fór fyrireikingararbeiðið í gongd innanfyri múrin. Fyrst í juni mánaða varð hol skorið í byrgingina, og stoypiarbeiðið kundi byrjað. Stoyptar vóru góð 240 kubikk metrar av betongi og bundið varð 25.000 kg. av jarni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Arbeiðið hevur gingist væl, og betongproppurin varð liðugur áðrenn ólavsøku.

Nú er stig tvey farið í gongd, sum er uttanfyri byrgingina. Har skal ytri parturin til tappilúkuna byggjast. Hetta arbeiðið er væl ávegis og verður eftir ætlan liðugt til jólar.

Tað er Juul Grevstur, sum hevur útint holskeringina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder