Mentan

Taylor Swift sligið met hjá Michael Jackson

Við teimum seks heiðurslønunum, sum hon fekk á American Music Awards í nátt, hevur hon nú tilsamans fingið 29 AMA-heiðurslønir, sum er meira enn Michael Jackson náddi at fáa

Taylor Swift (Savnsmynd)

Taylor Swift (Savnsmynd)

2019-11-25 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt, tá skipað varð fyri ársins American Music Awards (AMA) í Los Angeles í Kalifornia, skrivaði 29 ára gamla Taylor Swift søgu.

Í nátt vann Taylor Swift seks heiðurslønir, m.a. í bólkinum "Ársins Tónleikari", og hevur hon nú vunnið fleiri AMA-heiðurslønir enn Michael Jackson.

Sambært fleiri miðlum er Taylor Swift nú eisini tann núlivandi tónleikarin, sum hevur vunnið flest AMA-heiðurslønir.

Taylor Swift hevur nú fingið 29 AMA-heiðurslønir tilsamans. Michael Jackson náddi at fáa 24.

Í summar skal Taylor Swift framføra á Roskilde Festivalinum 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder