Seinnapartin í gjár var teilendska sendikvinnan í Keypmannahavn á vitjan á býráðsskrivstovuni í Tórshavnar kommunu.
Har tosaði Sirilak Niyom millum annað við Heðin Mortensen. Borgarstjórin og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, greiddu sendikvinnuni frá Tórshavnar kommunu og virkseminum har.
Tað skrivar torshavn.fo
Teilendska sendikvinnan og embætisfólk hennara eru á ferð í Føroyum í hesum døgum. Her hava tey hitt fólk úr Teilandi, sum búgva í Føroyum. Eisini hava tey vitja fyritøkur, har fólk úr Teilandi arbeiða.
Myndir: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald