Innanlands

Teistin gevst eftir túrin klokkan 21.20

Teir túrarnir, sum standa sum teir seinastu í ferðaætlanini fyri Skopunarfjørð, fella burtur. Hetta er vegna veður, upplýsir Strandferðslan

Fyri veður siglir Teistin ikki túrin úr Skopun kl. 22:30 og av Gomlurætt kl. 23:05 (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri veður siglir Teistin ikki túrin úr Skopun kl. 22:30 og av Gomlurætt kl. 23:05 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-10 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið er ikki tað besta í kvøld, og veðurforsøgnin fyri í kvøld og í morgin sær ikki serliga góð út.

Hetta kann fara at ávirka samferðsluna á ymsan hátt, og tað er nú greitt, at íhvussu er siglingin um Skopunarfjørð verður ávirkað

- Fyri veður siglir Teistin ikki túrin úr Skopun kl. 22:30 og av Gomlurætt kl. 23:05.

Soleiðis skrivar ssl.fo. Harvið er seinasti túrur av Skopun í dag, 10. oktober, klokkan 20.40. Seinasti túrur av Gomlurætt, og yvirhøvur í kvøld, verður klokkan 21.20.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder