2019-12-13 08:34
Seinnapartin í gjár fekst rampan ikki upp aftur, tá Teistin skuldi fara úr Skopun, og sostatt fekk hann ikki siglt í fleiri tímar, og mátti Jósup sigla á leið 60 í staðin.
Um kvøldið varð Teistin tó tikin í sigling aftur, men tá fekk hann ikki tikið bilar ella farm, og tað fekk hann heldur ikki tíðliga í morgun.
Men fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan á heimasíðuni frá, at ferjulegan í Skopun nú er umvæld, og at Teistin aftur kann taka bilar og farm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald