Innanlands

Teistin siglir ikki í morgin

Fyribils boðar Strandferðslan frá, at eingin sigling verður millum Gomlurætt, Hest og Skopun í morgin, 2. jóladag

Fyribils siglir Teistin ikki í morgin, 2. jóladag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyribils siglir Teistin ikki í morgin, 2. jóladag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-25 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan boðar frá, at fyri veður kann roknast við avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðunum í morgin, 2. jóladag.

Í morgun varð boðað frá, at tveir túrar hjá Smyrli í morgin eru avlýstir, og nú verður eisini boðað frá avlýsingum á tveimum øðrum leiðum.

Talan er um leiðirnar 60 og 61 hjá Teistanum millum Gomlurætt og ávikavíst Hest og Skopun.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at tað fyribils eingin sigling verður á hesum leiðum í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder