Innanlands

Teistin siglir seinasta túr 15.50

Fyri veður verður túrurin av Gomlurætt 15.50 seinasti túrur í dag hjá Teistanum. Strandferðslan boðar eisini frá, at broytingar kunnu koma fyri hjá Smyrli

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-20 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið er ikki av tí besta, og tað verður helst meira vindur í kvøld.

Hetta ávirkar samferðsluna nakað - í øllum førum leiðina um Skopunarfjørð. Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at fyri veður siglir Teistin síðsta túr í dag kl. 15.50 av Gomlurætt.

Sildberin siglir ikki millum Sandoynna og Skúvoynna fyri veður í løtuni.

Strandferðslan boðar eisini frá, at vegna vánaliga veðurforsøgn hósdagin 20.februar kunnu seinkingar, broytingar og møguligar avlýsingar koma fyri á leið 7. Sum nú er siglir Smyril tó eftir ferðætlanini.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder