Innanlands

Teistin siglur seinasta túr 15.50

Eins og í gjár verður hetta seinasti túrur um Skopunarfjørð, tí veðrið verður so mikið ringt

2020-02-21 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan hjá Strandferðsluni boðar frá, at seinasti túrur hjá Teistanum í dag vrður seint seinnpartin. Teistin fer av Gomlurætt 15.50 og siglir so ikki miera í í dag vegna veður. Fyrsti túrur hjá Teistanum í var nú klokkan 10.30 úr Skopun.

Veðrið ávirkar eisini Smyril. Smyril fór eftir ætlan av Krambatanga klokkan 07,  men annars fylgir skipið ikki ferðaætlanini restina av degnum. Tað er ikki fyrrenn klokkan 17.00, at Smyril fer aftur av Havnini. Klokkan 20.00 verður seinasti túrur; hann er av Krambatanga. 

Allar Bygdaleiðirnar koyra í løtuni, uttan leiði 481 ið er Skálabotnur - Oyndarfjørður. 

Sí veðrið her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder