Mentan

Teitur á konsertferð

Teitur fer á pall í Tøting

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-02 16:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind”, ferð Teitur at hava konsertir kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festivalinum og í Spaniastovu. 


Tað eru 11 ár eru síðani, at Teitur seinast var á konsertferð á klettunum í samband viðføroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt. 


“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framførd á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum. 


Vit fegnast stórliga um at kunna bjóða Teiti á pall í Tøting.

Tónleikasamtakið Grót

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder