Mentan

Teitur á konsertferð í Føroyum

Í sambandi við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-11 18:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í sambandi við nýggju útgávuna "I Want to be Kind" fer Teitur at hava konsertir kring landið.

Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu.

11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í sambandi við føroysku útgávuna “Káta hornið”, og hetta er fyrstu ferð, at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt.

"I Want to be Kind" hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark, og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum. 

Meira fæst at vita her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder