Mentan

Teitur fyllir hølið við musiskari góðvild

Ein intim og minimalistisk konsertuppliving í býarins minsta konserthøli

2018-10-11 21:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesum døgum er Teitur Lassen á ferð kring Føroyar fyri at bera fram sangirnir av nýggjastu útgávu síni, ”I Want to be Kind”.

Í gjárkvøldið hevði hann bjóðað til aðru útgávukonsertina í høvuðsstaðnum. Og sigast má, at minimalistiska musikalska tilgongdin í list Teiturs eisini kemur til sjóndar í valinum av konserthøli.

Fyrsta konsertin var í Blábarr, sum ikki er kend fyri at rúma serliga nógvum áhoyrarum til konsertir. Onnur konsertin – tann í gjárkvøldið – var í absolutt minstu barr í býnum, Mikkeller ”heima í Havn”.

Annars hava konsertir verið í Maggies í Nólsoy og Tøting í Syðrugøtu og í bygdarhúsinum í Kunoy fríggjakvøldið og Listastovuni í Miðvági leygarkvøldið.

Í næsta mánaði verður so flutt inn í størri konserthølir, men tað verður burtur frá Havnini, í Salt á Drelnesi og Løkshøll í Runavík.

Sigast má, eftir at hava uppliva standikonsertina í Mikkeller í gjárkvøldið, at Teitur og tónleikur hansara hóskar væl til intima ølbarr. Síggi eisini, at hann á konsertferð síni í USA í farna mánaði eisini mest hevur spælt í ’lounges’ og ’wineries’ til smærri intim tiltøk.

[object Object]

Minimalistiskt
Tí Teitur hevur eina minimalistiska tilgongd til sín tónleik. Tað sæst eisini aftur í eftirhondini eyðkendu strikumyndum hansara, sum prýða framsíðuna á LP- og fløguhúsanum.

”I Want to be Kind” er fyrsta soloútgávan hjá Teiti í fimm ár. Eitt tyssi av góðum, fittum, vinarligum sangum, við klaverfylgispæli og øðrum (ó)ljóði.

Á sínum framførslum megnar Teitur hegnisliga upp á eingang at spæla bæði klaver, syngja, bríksla, trumma (við beinunum, vistnokk) og so skrúva og trýsta upp á dósir og dimsar, sum geva elektroniskt ljóð úr sær. Hugtakandi.

Útgávan fær eisini eina heilt aðra dimensjón, tá ein hevur upplivað Teit framføra sangirnar live og eisini fortalt søguna aftanfyri.

Til dømis er eitt lag á fløguni ein av sálmunum, sum Teitur skrivaði til nýggja danska sálmabókaískoytið. Vit fáa søguna um, at sangurin er skrivaður eina nátt í Keypmannahavn saman við einum skemtara við støði í eini huglyndistest hjá Goldberg. Løgið. Í ensku útgávuni eitur sangurin ”Quite a lot, Only Slightly, Very Much”.

Onki reyp, fyri ikki at siga ov lítið reyp
Vit fáa eisini at vita, at sangurin ”Sara”, ið er tann mest útvarpaði sangurin á fløguni – Josephinan á hesi fløguni, um man so kann siga – er bygdur a Boston-akkordir, sum hann kallar tað. Boston, tí tónleikurin minnir um eyðkennislagið til sjónvarpsrøðina Cheers/Sams Bar, sum nógv munnu minnast.

Vit fáa eisini at vita, at ”...hetta er ein av sangunum, sum Mandy Patinkin eisini hevur á síni fløgu”. Bara so hissini – bonusupplýsing. Týpiskt Teitur. Onki við at reypa og dvølja við hetta. Harragud. Mandy Patinkin er sjálvasti Saul Berenson, ja hann í ’Homeland’, sjónvarpsrøðini. Hann hevur sang sum frítíðarítriv, og hevur tríggjar av hesum sangunum á síni fløgu. Men nei, tað reypar Teitur ikki við.

Øll vita hvussu Teitur ljóðar, so her er ein tann mest hugtakandi sangurin á nýggju vælverufløguni hjá Teiti, ”I Have Found my Happines”, við sjálvasta Saul Berenson:

Í sanginum syngur Teitur/Mandy um at hava søkt eydnuna, sæð og roynt heimin fyri til síðst vera sættaður við eydnuna í samveruni við ein annan persón, staðfestur við einum silvurringi.

Gott at vita, at hann hevur funnið sæluna – vónandi støðgar tað ikki hesum eldgosi av listarligum talenti við at skapa kortini.

Fyri mína skuld má hann gjarna skrúva harðari frá ljóðinum næstu ferð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder