Innanlands

Tekja rivin: Fólk í Hvalvík og Streymnesi skulu halda seg inni

Takplátur og annað fýkur runt í økinum, og heitt verður á fólk um at halda seg inni.

2026-10-14 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan heitir á fólk í økinum í Hvalvík og Streymnesi um at halda seg inni.

Tekjan á einum bygningini á havnarlagnum í Hvalvík er rivin í nógva vindinum, og takplátur og annað tilfar fýkur runt í økinum.

Sunda sløkkilið er á staðnum, men hevur tilkallað hjálp aðrastaðni frá fyri at fáa ruddað upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder