Innanlands

Tekniskir trupulleikar orsøkin til eldin

Eldur kom í bil á Sandvíkarhjalla í gjár

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-27 08:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Av løgreglustøðini verður sagt, at talan allarhelst var um tekninskar trupulleikar. Bilførarin var á veg út úr Havnini, tá ið tað byrjar at lukta brent. Eftir stutta løtu fer alt inni í bilinum at blunka. Lukturin og blunkandi ljósini hvørva tó aftur.

Bilførarin gjørdi av at koyra inn á Sandvíkarhjalla, og ætlaði sær á verkstað, sum er á staðnum. Men eftir stutta løtu byrjar aftur at lukta og ávaringarljósini fara aftur at blunka. Bilførarin valdi tá at koyra inn á økið hjá Eikini.

Tá bilurin er steðgaður, tekur bilførarin akkumulatorin úr bilinum, men lítla løtu seinni er nógvur roykur og eldur kemur í bilin. Eldurin breiddi seg sera skjótt.

Bilurin fekk stóra skaða, og var brendur innan allur sum hann var. Eisini fekk ein lastbilur hjá Eikini nakað av skaða av eldinum, tí at hesin stóð nær at bilinum.

Eldurin varð skjótt sløktur.

Sí fleiri myndir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder