Innanlands

Tekniskur leiðari í 20 ár

Í morgun varð hátíðarhildið, at Tummas Johannesen hevur verið tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu í tvey áratíggju

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2023-09-04 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september vóru 20 ár liðin, síðani Tummas Johannesen byrjaði í starvi sum tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu, og tað varð hátíðarhildið í morgun.

– Tummas, sum er strandingur av Skála (ella skálamaður á Strondum) hevði tá verið í øðrum starvi í 12 ár, og sum hann sjálvur sigur, so hevði hann verðins besta starv, men valdi tó at senda eina umsókn tá Sjóvar kommuna skuldi hava nýggjan tekniskan leiðara. Tummas fekk starvið, "og tá fekk eg aftur verðins besta starv", sigur hann.

– Fyribils hevur hann so verið í hesum verðins besta starvi í 20 ár, og tað hátíðarhildu vit við einum lítlum morgunmatarborði á skrivstovuni í morgun, skrivar Sjóvar kommuna.

– Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði Tummasi eina gávu. Vit takka fyri fyrstu 20 árini, og gleða okkum til fleiri afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder