Innanlands

Tekniskur leiðari settur í Sunda kommunu

Súsanna Árnadóttir Jensen er 34 ára gomul, búsitandi á Oyri, og er útbúgvin byggifrøðingur

2023-09-02 10:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á býráðsfundi 28. august 2023 samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum, og seta Súsonnu Árnadóttir Jensen sum tekniskan leiðara.

Súsanna er 34 ára gomul, búsitandi á Oyri, og er útbúgvin byggifrøðingur.

Tekniska økið í Sunda kommunu er skipað við tekniskum leiðara, tveimum málsviðgerum og tveimum eindum við umsjónarmonnum.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder