Innanlands

Telefonin ringdi sjálv til løgreguna eftir ferðsluóhapp

Bilurin frammanfyri bremsaði niður fyri einum seyði, so ein samamstoytur var. Telefonin skrásetti stoytin og ringdi til løgregluna sjálv og boðaði frá hvar hetta var hent

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-03 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um nátturðatíð í gjár fekk løgreglan eina automatiska fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Suðuroynni.

Tað var ein telefon, sum sjálv ringdi til løgregluna tí hon hevði skrásett ein stoyt. Løgreglan fekk nágreiniligu staðsetingina hjá telefonini og síðan varð funnið fram til eigaran av telefonini.

Jú, hann hevði verið partur av einum ferðsluóhappi, men hann hevði ikki ringt til løgregluna. Tað var bilurin frammanfyri, sum hevði bremsað fyri einum seyði, og hesin førarin kláraði ikki at bremsa og rendi í reyvina á frema bilinum.

Eingin persónsskaði var, men rímiliga stórur materiellur skaði.

Nýggju snildtelefonirnar og urini eru soleiðis gjørd, at tey sjálvi ringja til løgregluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder