Mentan

Terji frá Moirae við til 90ini umaftur

90ini umaftur verður í Høllini á Hálsi 9. mars

Terji Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Terji Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-05 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um risa tiltakið 90ini umaftur.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss, Edmund Jacobsen frá Chase, Karl Martin frá Hjarnar og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið.

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið, siga fyriskipararnir.

Terji Rasmussen frá Moirae
Terji Rasmussen var forsangari í rokkbólkinum Moirae, sum vann fyrstu Prix-Føroyar kappingina í 1995. Vit flýggja til tónleikin, tá vit fara aftur í 90’ini bæði við mótanum frá tá, tónleikinum frá tá og vinunum frá tá, ja, øllum sum hoyrir 90unum til, siga fyriskipararnir.

Tiltakið er frá klokkan 21-03:45 og alt kvøldið er fult av tónleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder