
Ternan hevur síðani í oktober í fjør verið til eftirlit á Klaksvíkar Sleipistøð. 40-ára klassing var á skránni, men arbeiðið gjørdist nógv meira umfatandi enn væntað.
Upprunaliga var ætlanin, at Ternan skuldi í sigling aftur beint fyri jól, men hetta hevur verið útsett fleiri ferðir, og nú upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðluni, fyri Kringvarpinum, at strandfaraskipið ikki verður til reiðar um eina viku, sum metingin annars var í seinasta mánaða.
Tíðarætlanin fyri Ternuna, heldur ikki hesaferð, og nýggjasta metingin er, at Ternan verður liðug í fyrsta lagi 1. mai.
Ónøgdin hjá nólsoyingum um verandi støðu er stór. Í løtuni røkir Erla Kongsdóttir siglingina um Nólsoyarfjørð.
Les eisini:
Ternan ikki í sigling aftur fyrrenn nakað eftir páskir
Nólsoyingar óttast fyri framtíðini hjá bygdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald