Uttanlands

Texas: Nú er fosturtøka ikki loyvd eftir sættu viku

Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom í gildi í dag

Her mótmæla fólk fosturtøku uttanfyri amerikanska hægstarættin í 2020 (Mynd: EPA)

Her mótmæla fólk fosturtøku uttanfyri amerikanska hægstarættin í 2020 (Mynd: EPA)

2021-09-01 20:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom í dag í gildi í næststørsta amerikanska statinum Texas.

Talan er um eina lóg, sum bannar allar fosturtøkur eftir sættu viku, har vanliga ber til at hoyra hjartaslátturin hjá fostrinum. Lógin loyvir eingi undantøk fyri neyðtøku ella blóðskemd.

Gregg Abbott, guvernørur í Texas undirskrivaði lógina í mai, og fleiri borgarafeløg og felagsskapir, sum stuðla fosturtøkum, m.a. ACLU (American Civil Liberties Union) og Planned Parenthood, heittu á amerikanska hægstarættin um at steðga lógini, men hægstirættur hevur ikki svarað áheitanini, skrivar Ritzau.

– Uml. 85 til 90 prosent av teimum, sum fáa fosturtøku í Texas, hava gingið við barn í í minsta lagi seks vikur, og merkir hetta, at lógin fer at banna næstan øllum fosturtøkum, sigur ACLU.

Aðrir konservativir statir hava eisini roynt at fingið eina líknandi fosturtøkulóg ígjøgnum, men tá hevur ein hægstarættaravgerð frá 1973, ið er kend sum Roe v. Wade, sum tryggjaði rættin til fosturtøku í USA, steðgað teimum.

Roe v. Wade hevur tryggjað rættin til fosturtøku upp til 22.-24. viku.

Nýggja fosturtøkulógin í Texas merkir, at kvinnur í statinum, sum ynskja at fáa fosturtøku eftir sættu viku, noyðast at leita sær til aðrar statir. 

Tað er upp til borgarar at melda læknar, sjúkrahús og onnur, ið hjálpa kvinnum at fáa framt fosturtøku í Texas eftir sættu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder