
Tey skuldu koma fyrr í ár, men í morgin seta tey seg so á danskari jørð. Fýra tey fyrstu F-35 flogførini, sum Fólkatingið fyri sjey árum síðani bílegði.
Sambært serfrøðingum og verjuni fara hesi at lyfta danska herin upp á eitt heilt nýtt stig. Tey geva millum annað flogskiparanum nógv betri útsýni.
Tað er stóra amerikanska fyritøkan Lockheed Martin, ið framleiðir stríðsflogførini. Tey eru ikki heilt bílig - prísurin fyri hesi fyrstu verður tó ikki beinleiðis upplýstur.
Heimasíðan hjá TV2 skrivar, at tað er tíðliga seinnapartin í morgin, at fýra F-35 flogfør seta seg á Skrydstrup flostøðini í Suðurjútlandi.
"Næsti pakkin" kemur á heysti í 2024. Eftir ætlan skulu samanlagt 27 slík flogfør vera í danska herinum í 2027. Harvið avloysa tey gomlu F-16 stríðsflogførini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald