Tað er lítið og einki at frætta um samanstoytin, sum var á bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin leygardagin, tá ið ein skjóttgangandi bátur við fleiri fólkum sigldi inn í síðuna á bjargingaskipinum Brimli.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun hevur einki nýtt. Løgreglan kannar málið og avhoyrir fleiri fólk. Yvirhøvur hevur verið torført at fingið nakað at vitað um málið frá myndugleikunum, longu frá tí at óhappið hendi.
Uppá spurningin í morgun um ikki meira kann fáast at vita um hendingina, vísir løgreglan til avmarkaðu skrásetingina hjá Vørn um málið.
Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini umborð vóru flutt í land og við sjúkrabili flutt á sjúkrahús við smærri snuddum.
Jn.fo veit at siga, at Sjóvinnustýrið eisini kannar hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald